Kostar 2.000 kr. fyri náttina at gista á hotelli í Havn

Kostar 2.000 kr. fyri náttina at gista á hotelli í Havn
Skrúvað verður upp fyri prísinum, tá eftirspurningurin er stórur, sigur stjórin á Hotel Hafnia og Hotel Brandan
Nógv gista á Hotel Hafnia.
 
12.08.2022 - 18:00

Tað hevur gingið væl í hotelvinnuni í Føroyum í summar. 

Flestu gistingarhús hava verið fullsett síðani mai mánað. 

Eftir tvey sløk ár við koronu, er full ferð á aftur hjá Smyril Line-samtakinum, ið eigur Hotel Hafnia og Hotel Brandan, sigur Pætur Trónd Thomsen, stjóri:

 

12082022_-_Paetur_1

 

Pætur Trónd Thomsen er stjóri á Hotel Hafnia og Brandan.

 

Tað er at kalla ógjørligt fáa hotellkamar í høvuðsstaðnum í løtuni. Tey fáu kømur, ið eru tøk í august og út í september, kosta øll meira enn 2.000 krónur fyri náttina. Bara á einum gistingarhúsi í Havn liggur kostnaðurin fyri náttina um tær 1.000 krónurnar. Skrúvað verður upp fyri prísinum, tá eftirspurningurin er stórur, staðfestir hotellstjórin:

 

12082022_Paetur_2

 

Seinastu tvey sumrini, meðan korona var, vóru tað norðurlendingar, sum gistu á føroysku hotellunum. Nú eru gestirnir aftur úr øllum heiminum:

 

12082022_Paetur_3

 

Hotel Brandan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. apríl
Eftir sjey feit ár (4:4)
207658
Týsdag 28. apríl
Flaggdagshald 2026
207663
Týsdag 28. apríl
Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið
207660
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539