Jenis av Rana: "Eg havi fult álit á skúlastjóranum í Vestmanna skúla"

Jenis av Rana: "Eg havi fult álit á skúlastjóranum í Vestmanna skúla"
Hóast eingin tímatalva var klár til skúlaársbyrjan og stór ónøgd er á skúlanum, so hevur landsstýrismaðurin í mentamálum fult álit á skúlastjóranum í Vestmanna skúla
Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, hevur fult álit á skúlastjóranum í Vestmanna súla, nú fullkomin ruðulleiki valdar á skúlanum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.08.2022 - 17:10

Mánadagin gav skúlastjórin í Vestmanna skúla, Alis Højsted, varaskúlastjóranum, Fríðgerð Ovadóttir, ætlanarskriv um uppsøgn. 

Í gjár, mikudag, varð skúlastjórin sjálv sjúkrameldað, og Vestmanna skúli stóð brádliga uttan leiðslu beint áðrenn skúlaársbyrjan.

Tí var Eyðdis Eidesgaard, fulltrúi úr Undirvísingarstýrinum, sett sum fyribils skúlastjóri í tvær vikur.

 

Skúlastjórin fær fullan stuðul

Støðan í Vestmanna skúla er bara fyribils, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum. 

Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur fult álit á skúlastjóranum í Vestmanna, Alis Højsted, hóast eigin tímatalva var klár til skúlaársbyrjan í morgun, og meginparturin av lærarunum eru ónøgdir við hennara leiðsluhátt. 

 

Jenis_av_Rana_um_Vestmanna_skula_1_18082022

 

Jenis av Rana skilir væl, at skúlastjórin í Vestmanna hevði tørv á at hvíla seg í nakrar dagar oman á alt rokið, men landsstýrismaðurin í mentamálum ivast ikki í, at sjúkrameldaði skúlastjórin fer aftur til arbeiðis um tvær vikur. 

Landsstýrismaðurin staðfestir, at skúlastjórin, Alis Højsted, fær sín fulla stuðul, og hann vónar, at friður aftur valdar í Vestmana skúla um tvær vikur, tá skúlastjórin fer aftur til arbeiðis. 

 

Tímatalvan ikki klár fyrr enn mánadagin

Støðan í Vestmanna skúla er tann, at leiðslan í Vestmanna skúla hevur enn ikki lagt tímatalvuna, og tí verður tað ikki fyrr enn mánadagin, at næmingarnir fáa at vita, hvussu skúlavikan er skipað, og hvørjar lærara tey fara at hava í ymsu lærugreinunum. 

Føroya Lærarafelag hevur sent miðlunum eitt opið bræv, har tey átala viðgerðina hjá Undirvísingarstýrinum í málinum um starvsfólkaviðurskiftini í Vestmanna skúla. 

Jacob Eli Olsen, formaður í lærarafelagnum, átalar í brævinum, at Undirvísingarstýrið ikki hevur hoyrt starvsfólkini ella varaskúlastjóran á Vestmanna skúla, tá tey viðgjørdu kæruna frá starvsfólkunum um skúlastjóran.

"Tað er ikki góður fyrisitingarsiður, at allir partar í einum máli ikki verða hoyrdir um viðurskifti, sum beinleiðis viðvíkja teimum," skrivar Jacob Eli Olsen í brævinum.

Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum, sigur seg onga viðmerking til málið. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. mai
Vikuskiftið 23 mei 2026
208733
Fríggjadag 22. mai
LEITISSTEIN 22.05.2026 (Marianna Winter)
208727
Fríggjadag 22. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Marianna Winter
208713
Fríggjadag 22. mai
Morgunlestur fríggjadagur 22.mai 2026
208381
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611