Telefonsamrøða stongdi fleiri sendistovur

Telefonsamrøða stongdi fleiri sendistovur
Ein samrøða millum tveir al-Keida-leiðarar var ein av høvuðsorsøkunum til, at fleiri amerikanskar sendistovur í Miðeystri og NorðurAfrika eru stongdar
Ayman al-Sawahiri, eftirmaður hjá Bin Laden.
 
06.08.2013 - 09:35

Sambært blaðnum, New York Times, høvdu amerikanarar avlurtað eina samrøðu millum Ayman al_Sa-Wahiri, ið avloysti Osama bin Laden sum ovasta leiðira í al Keida, og leiðarar fyri jemenska yvirgangsfelagsskapinum  Aqap, Nasser al_Wu-hayshi.

Í samrøðuni skal Za-wahairi hava givið Aqap boð um at fremja yvirgangsatsókn, veit blaðið at siga frá loyniligum keldum. Álopið skuldi eftir ætlan vera sunnudagin.

Nágreiniligt
- Hetta var týdningamikið, tí her var talan um tveir leiðarar, sum tosaðu, og teir tosaðu nágreiniligt um, nær eitt ella fleiri álop skuldu fremjast, sigur ein amerikanskur embætismaður, sum hevur kunnleika til fregnartænastufráboðanir við New York Times.

Ikki bara samrøðan, men eisini aðrar upplýsingar hava sett trygdar-alarmin í gongd, sigur ein kelda við Reuters. Men hóttanin frá Aqap elvdi til, at sendistovur vórðu stongdar.

Sunnudagin stongdi USA meira enn 20 sendistovur í Miðeystri og NorðurAfrika, orsakað av upplýsingum, sum komu frá avlurting av leiðarum í al Keida. Sendistovurnar eru fyribils stongdar til 10. august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949

Annað frá KVF