H71 skal til Serbia

H71 skal til Serbia
Mansliðið hjá H71 skal spæla ímóti RK Partizan úr Serbia í 2. umfari av European Cup-kappingini hjá EHF
Føroysku greipuvinnararnir, H71, skulu til Serbia í European Cup
 
06.09.2022 - 10:16

H71 skal til Serbia í European Cup.

Hoyvíkingar komu úr bollanum saman við RK Partizan, tá lutakast var hjá EHF fyri løtu síðan.

Liðini bæði hittast í 2. umfari av kappingini hjá evropeisku hondbóltssamgonguni.

Dystirnir skulu avgreiðast millum 29. oktober og 6. november, skrivar Hondbóltssambandið á Facebook.

ÍBV úr Íslandi, har Dánjal Ragnarsson og Janus Djurhuus spæla, skulu spæla ímóti ukreinska liðnum, Donbas, um teir fyrst vinna á Holon HC úr Ísrael í 1. umfari.

Nicholas Satchwell og Allan Norðberg í KA í Akureyri skulu spæla ímóti vinnaranum av dystinum í 1. umfari ímillum Argous úr Grikkalandi og HC Fivers WAT Margareten úr Eysturríki. 

IK Sävehof fekk franska mótstøðu

Elias á Skipagøtu og Óli Mittún í IK Sävehof fingu franska mótstøðu í 2. umfari í European League.

Svensku steypavinnararnir úr Partille skulu spæla ímóti Montpellier HB um pláss í bólkaspælinum.

Skanderborg-Aarhus við Hákun West av Teigum á liðnum brestir saman við IFK Kristianstad úr Svøríki.

Jóhan á Plógv Hansen og nýggja felag hansara, SG Flensburg-Handewitt, fekk polska mótstøðu í 2. umfari.

MMTS Kwidzyn stendur ímillum dugnaliga vongin og bólkaspælið í European League.


Óli Mittún skeyt ikki færri enn seks mál í European League-útidystinum ímóti Potiassa Turda
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429