Sett mini-GPS-sendarar á drunnhvítar

Sett mini-GPS-sendarar á drunnhvítar
Á fyrsta sinnið hava granskarar sett GPS-sendarar á drunnhvíta, fyri at staðfesta hvar drunnhvítar leita sær føði
Mini-GPS-sendarar eru settir á drunnhvítar í Nólsoy, fyri at skilja, hvørja ávirkan eitt nú havvindmyllulundir og aliøkið kring Føroyar hava á drunnhvítan
Mynd: Hannah Hereward  
 
06.09.2022 - 16:54

Fríggjadagin varð ein mini-GPS-sendari settur á ein drunnhvíta í Nólsoy.

Leygardagin fleyg fuglurin úr reiðrinum og var burturi í tveir dagar, áðrenn hann kom aftur mánadagin, tá granskararnir síðani tóku GPS-sendara av aftur.

Tá var staðfest, at drunnhvítin hevði verið nærum 160 km í ein landsynning úr Nólsoy, næstan hálvan vegin til Hetlands, tá hann var longst burtur frá reiðrinum í Nólsoy.

Granskingarverkætlanin hevur sum endamál at skilja, hvørja ávirkan eitt nú havvindmyllulundir og aliøkið kring Føroyar hava á drunnhvítan.

Tað eru granskarar frá lærda háskúlanum í Cardiff, Umhvørvisstovuni, Hiddenfjord, umframt Jógvan Thomsen og Jens-Kjeld Jensen, sum standa fyri verkætlanini.

Størsti parturin av heimsins drunnhvítastovni reiðrast í Føroyum, og granskararnir vóna at seta fleiri GPS-sendarar á fleiri drunnhvítar bæði í ár og komandi ár, fyri at fáa meira vitan til høldar um drunnhvítan.

Ein drunnhvítaungi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Mánadag 22. desember
Morgunlestur mánadagur 22.desember 2025
201806
Sunnudag 21. desember
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
201811
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817
Sunnudag 21. desember
Møti úr Betesda í Klaksvík
201807
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775