Breddin: Nýggjur forsætisráðharri í Bretlandi

Breddin: Nýggjur forsætisráðharri í Bretlandi
Tvey evni eru í sendingini í dag
Liz Truss hevur tikið við sum nýggjur forsætisráðharri í Bretlandi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
08.09.2022 - 09:44

Í vikuni fekk Bretland nýggjan forsætisráðharra.

Men tað er eitt samfelag í stórum trupulleikum, ið nýggi, konservativi leiðarin, Liz Truss, nú skal standa á odda fyri. 

Á Breddanum í dag hyggja vit nærri at støðuni í Bretlandi, og hvussu nýggi forsætisráðharrin ætlar at loysa trupulleikarnar, nú hon flytur inn í Downing Street 10.

Í vikuni kom Føroya Arbeiðsgevarafelag við nýggjum bóklingi, har orkusjónarmiðini hjá vinnuni koma til sjóndar. Samstundis sum vinnan vil hava grøna orku, má fokus vera á orkuprísin, heldur vinnan.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Hósdag 23. apríl
Kvørnin: "Wolfgang"
207484
Hósdag 23. apríl
Nýtt ljóð
207476
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493
Hósdag 23. apríl
Sært tú fuglin? III 2:4
207489