Vesturbýurin í Havn er nú knýttur upp í fjarhitaskipanina

Vesturbýurin í Havn er nú knýttur upp í fjarhitaskipanina
Fjarhitafelagið hevur í dag royndarkoyrt skipanina við avlopshita frá Sundsverkinum, og tað gekk væl, segði Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum
 
12.09.2022 - 17:06

Fjarhitaskipanin í Havn, ið fær avlopshita frá Sundsverkinum, er nú eisini knýtt upp í Vesturbýin. 

Leiðingin frá Finsen í miðbýnum í Havn og út á Landavegin í Vesturbýnum er 1,3 km long, og hon skal hitast spakuliga upp, og tað tekur nakrar dagar.


Tróndur Sigurðsson, formaður í teknisku nevnd í Tórshavnar kommunu, trýstir á knøttin, ið knýtir Vesturbýin í Havn upp í fjarhitaskipanina. 

 

Fjarhitafelagið hevur í dag royndarkoyrt skipanina við avlopshita frá Sundsverkinum, og tað gekk væl, segði Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum

fjardhiti

 

Umleið 1.700 brúkarar eru nú knýttir upp í fjarhitaskipanina.

Seinastu tvey útbyggingarstigini hava við sær, at oljuútreiðslur fyri fleiri milliónir krónur um árið seinnu árini, meðan útbyggingarnar eru farnar fram, nú hvørva úr aftur fíggjarætlanini hjá Fjarhitafelagnum, sigur felagið í tíðindaskrivi.

Nú høvuðsleiðingin er liðug, og leiðingar eru lagdar út frá henni, er klárt at knýta upp í leiðingina.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542