Bill Justinussen: Uppskotið um gongd í haga er óneyðugt

Bill Justinussen: Uppskotið um gongd í haga er óneyðugt
Uppskotið hjá Javnaðarflokkinum er farið í rættarnevndina til viðgerðar
Javnaðarflokkurin vil hava tingið at heita á landsstýrið um at gera lógaruppskot um rættin hjá føroyingum at ganga ókeypis í haganum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.09.2022 - 14:39

Løgtingið hevur í dag viðgjørt afturvendandi spurningin um gongd í haga.

Javnaðarflokkurin hevur uppskot til samtyktar um rættin hjá føroyingum at ganga í haga. 

Framsøgufólkið hjá Javnaðarflokkinum, Ingilín Didriksen Strøm, legði dent á, at hóast politiska gongdin er vorðin fløkt, so er tann grundleggjandi spurningurin púra einfaldur:

 

15092022_Ingilin

 

Ingilín D. Strøm, løgtingskvinna.

 

Óneyðugt uppskot

Bill Justinussen í Miðflokkinum heldur lítið um uppskotið til samtyktar hjá Javnaðarflokkinum. Hann heldur, at tað er púra óneyðugt.

- Uppskotið heitir bara á landsstýrið um at leggja fyri tingið lógaruppskot um rættin hjá føroyingum at ganga í haga ókeypis, men Javnaðarflokkurin ber ikki fram síni sjónarmið, sigur Bill Justinussen:

 

15092022_Bill

 

Bill Justinussen, løgtingsmaður.

 

Eftir fyrstu viðgerð var uppskotið beint í rættarnevndina. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161