- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søkja nú eftir nýggjum rektara
Søkja nú eftir nýggjum rektara
Fróðskaparsetur Føroya lýsir nú starvið sum rektari leyst at søkja, og nýggi rektarin skal byrja í starvinum 1. januar ella skjótast gjørligt.

17.09.2022 - 16:37
Rektarin síðstu trý árini, Chik Collins, boðaði fyri einum mánaði síðani frá, at hann leggur frá sær við árslok, og nú verður so søkt eftir nýggjum rektara.
Starvið er tíðaravmarkað til fimm ár - við møguleika fyri at leingja setanina við trimum árum afturat.
Rektarin, søkt verður eftir, skal hava drúgvar leiðsluroyndir og hollan kunnleika til vísindaliga granskingar- og útbúgvingarøkið í Føroyum og altjóða.
Umsóknarfreistin er á middegi 7. oktober.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























