Slagið stendur ímóti Serrano

Slagið stendur ímóti Serrano
Fýra HM-belti standa upp á spæl, tá Sarah Mahfoud leygardagin skal boksa sín størsta dyst higartil. Mótstøðukvinna í Manchester er Amanda Serrano úr Puerto Riko
19.09.2022 - 16:38

Vinnarin fer avstað við øllum, tá Sarah Mahfoud fer í ringin ímóti Amandu Serrano í Manchester leygarkvøldið.

 - Eg seti mítt belti upp á spæl, eg seti mín tittul upp á spæl. Hon hevur tríggjar titlar, eg kann fáa. Vinnarin fær alt, sigur Sarah Mahfoud.

21.000 fólk væntast til dystin í enska stórbýnum, og avbjóðingin er hin størsta hjá Sarah Mahfoud higartil. Amanda 'the Real Deal' Serrano úr Puerto Riko hevur vunnið 42 av sínum 45 dystum - harav 30 upp á knockout.

Hálvi føroyingurin fær kortini góða hjálp til fyrireikingarnar, tí hon hevur alla familjuna við til eina av síðstu venjingunum fyri fráferð.

Beiggin hermir eftir Serrano

Beiggin, Allan Mahfoud, hevur hjálpt til við venjingini.

 - Eg vil tryggja mær, at hon verður trýst so nógv sum gjørligt, nú dysturin nærkast, sigur hann.
 
 - So havi eg hugt at, hvussu mótstøðukvinnan boksar og roynt at kopiera hennara stíl mest møguligt, so Sarah er væl fyrireika, greiðir hann frá.

 - Tað hevur stóran týdning, tí tá eg standi í ringinum, skal eg verða klár upp á alt tað, sum hon kemur við, leggur Sarah Mahfoud afturat.

Pápin: hon vinnur!

Pápi, Sarah, Mohammad Mahfoud, ivast ikki í, at dóttirin fer at vinna stórdystin í Manchester.

 - Sarah virkar nógv skjótari enn Serrano, og hon kemur heim við øllum beltunum, sigur hann ivaleysur.

Sjálv hevur Sarah Mahfoud, sum hevur røtur í Vestmanna, sett alt upp á spæl, men hon óttast ikki.

 - Tað skal verða eg! 


Sarah Mahfoud hevur eitt HM-belti í fjøðurvekt, og tað setur hon upp á spæl leygarkvøldið


Beiggi Sarah, Allan Mahfoud (húkandi), hevur hjálpt til við venjingunum
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595