ST-aðalskrivarin: Russisk tøð eiga at sleppa undan tiltøkum

ST-aðalskrivarin: Russisk tøð eiga at sleppa undan tiltøkum
Verður marknaðurin fyri tøð ikki fingin í fasta legu, verður trot á matvørum í heiminum næsta ár, sigur António Guterres
António Guterres, ST-aðalskrivari, ávarar um matvørutrot.
 
23.09.2022 - 14:57

ST-aðalskrivarin heitir nú á heimin um at linka tiltøkini ímóti Russlandi.

António Guterres stúrir fyri hungursneyð í Russlandi, og heitir á heimsins longum at strika tiltøkini móti tøðum.

- Verður marknaðurin fyri tøð ikki fingin í fasta legu, verður trot á matvørum í heiminum næsta ár, sigur Guterres.

Hann sigur, at tað er alneyðugt, at øll lond strika allar forðingar fyri útflutningi av russiskum tøðum. 

- Vit mugu fáa tøðini út til bøndurnar fyri rímiligan prís og út á akurin sum skjótast, skrivar Guterres á Twitter.

 

Fólk doyggja fjórða hvørt sekund

Fleiri lond, eitt nú ES, hava sett strong tiltøk í verk móti Russlandi orsakað av innrásini og krígnum í Ukraina.

Týsdagin ávaraðu 200 hjálparfelagsskapir í 75 londum í felags fráboðan um, at fjórða hvørt sekund doyr eitt fólk í hungri í heiminum.

345 milliónir fólk líða hungur, og tað er tvífalt so nógv sum í 2019.

Tað stendur í almenna brævinum, har hjálparfelagsskapirnir biðja um fleiri tiltøk til tess at basa hungurskreppuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044