Le Pen stillar upp til forsetavalið næsta ár

Le Pen stillar upp til forsetavalið næsta ár
Líkt er til, at hon noyðist at hava fótfjøtur í valstríðnum
Marine Le Pen var í sjónvarpi í gjárkvøldið og boðaði frá, at hon stillar upp til forsetavalið næsta ár, hóast hon tapti kærumálið.
Mynd: Christian Hartmann/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
08.07.2026 - 08:50

Marine Le Pen stillar kortini upp til komandi forsetaval í Fraklandi.

Í gjár var annars ógreitt, um hon fór at stilla upp, men í gjárkvøldið segði hon við sjónvarpsrástina TF1, at hon stillar upp. 

Hon hevur áður sagt, at hon fór ikki at reka valstríð við fótfjøtrum. Men tann støðan er nú broytt

Marine Le Pen tapti í gjár kærumálið um, at hon skal hava misnýtt pening úr ES.

Hon var tí dømd trý ára fongsul. Tvey ár eru treytað, og triðja árið skal hon hava fótfjøtur.

Marine Le Pen missir eisini rættin at røkja politisk størv í 15 mánaðir - frá tí, at dómurin fall í mars í 2025. 

Hon er eisini dømd at rinda 100.000 evrur í bót, og politiski flokkur hennara skal rinda tvær milliónir evrur. Av hesum er ein millión evrur treytað.

Marine Le Pen hevur sagt, at hon fer at skjóta dómin inn fyri hægsta rætt í Fraklandi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334