Óli Mittún: Sävehof er ein góð lopfjøl

Óli Mittún: Sävehof er ein góð lopfjøl
Ungi hoyvíkingurin, sum í summar skifti úr H71 til IK Sävehof í Svøríki, hevur sett sær stór mál; hann ætlar sær at spæla í evropeiskum stórfelagi og vinna Champions League
26.09.2022 - 15:58

Tilveran hjá 17 ára gamla Óla Mittún er byrjað í svenska felagnum IK Sävehof.

- Eg ætli mær at menna meg nógv her, og so ætli eg mær víðari til annað stórfelag, sigur kviki bakspælarin, sum er farin somu leið sum eldra systkinabarnið, Elias á Skipagøtu.

Elias á Skipagøtu eigur eisini ein lut í, at svenska felagið vildi tryggjað sær Óla Mittún.

Beint í eldin

Ætlanin er, at Óli Mittún skal skifta ímillum fyrsta og annað lið. Men eitt sindur óvæntað er bakspælarin vorðin lyklaleikari frá byrjan, av tí Sävehof hevur nógvar skaðar í hópinum.

- Tað hevur gingið væl, og tað hevur tikið okkum eitt sindur av bóli, sigur Michael Apelgren, venjari.

Sjálvur heldur Óli Mittún, at dystirnir hava passað væl til sín spælistíl.

Svenski venjarin leggur aftrat, at ungi hoyvíkingurin er evnaríkur mann ímóti manni, men at hann skal menna seg meira í leiklutinum sum spælskipari.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815