Áralangt arbeiði við Barnaútvarpinum tilnevnt altjóða virðisløn

Áralangt arbeiði við Barnaútvarpinum tilnevnt altjóða virðisløn
Astrid Lindgren Memorial Award er at samanbera við eina Nobelvirðisløn fyri barna- og ungdómsbókmentir, sigur Rakel Helmsdal forfólk í Rithøvundafelag Føroya
Mynd: KVINNA
 
17.10.2026 - 12:53

Barnaútvarpið við Jonnu Fritsdóttir Mortensen og Elini á Rógvu er tilnevnt fyri arbeiðið at birta uppundir lesing hjá børnum og ungum.

- Vit vistu av ongum og eru so, so, so glaðar. Eg royndi at ringja fleiri ferðir til Elina, men hon var í studio júst tá.
Elin trúði tí ikki.
- Tað kann ikki passa, segði Elin.  

Tað er Rithøvundafelag Føroya, sum hevur tilnevnt Barnaútvarpið.

- Vit hava tilnevnt Jonnu og Elina fyri teirra stóra arbeiði við at miðla barna- og ungdómsbókmentir og fyri at heiðra tær fyri arbeiðið, sum tær hava gjørt so væl í øll hesi árini, sigur Rakel Helmsdal, forfólk í Rithøvundafelag Føroya.

Rakel Helmsdal samanber Astrid Lindgren Memorial Award við eina Nobelvirðisløn fyri barna- og ungdómsbókmentir og leggur dent á, at tað í sjálvum sær er ein stórur heiður at verða tilnevndur.

Elin og Jonna eru báðar glaðar og stoltar av tilnevningini.

– Hetta er eitt so stórt herðaklapp. Barnaútvarpið er hvønn gerandisdag og sunnudag, og vanliga verður ikki so nógv reypað um tað. Sendingin er bara har, siga tær.

Tær vísa eisini á týdningin, at børn hoyra søgur, serliga í eini tíð har nógv verður tosað um málførleika hjá børnum.

Barnaútvarpið er tilnevnt í bólkinum lesifremjandi virksemi (Reading Promotion), sum er ein av fýra tilnevningarbólkum til Astrid Lindgren Memorial Award.

Hinir bólkarnir eru rithøvundar (Author), myndaprýðarar (Illustrator) og munnlig søgufrásøgn (Oral Storytelling).


Astrid Lindgren Memorial Award.

stytt ALMA, var stovnað í 2002 til minnis um svenska rithøvundin Astrid Lindgren.

Tilsamans eru 277 valevni úr 80 londum og økjum tilnevnd til virðislønina 2027, sum er fimm milliónir svenskar krónur, svarandi til slakar 3,4 milliónir føroyskar krónur.

Tann, ið fær viðurkenningina, verður kunngjørdur 6. apríl 2027.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329