KÍ og HB skulu spæla steypafinaluna 29. oktober

KÍ og HB skulu spæla steypafinaluna 29. oktober
Í gjár vóru seinnu hálvfinalurnar hjá kvinnuum, leiktar. KÍ hitti NSÍ í Runavík, og í Gundadali spældu HB og EB-Streymur/Skála
 
02.10.2022 - 14:08

Dysturin í Runavík endaði við 3-1 sigri til KÍ, og í Havn var tað HB, sum vann dystin 4-1. Hetta merkir, at steypafinalan, sum verður tann 29. oktober, verður millum KÍ og HB

Í dystinum í Runavík skoraðu Tóra Mohr og Durita Hummeland málini fyri KÍ. Durita átti tvey av teimum trimum málunum og var eisini kosin besti leikari í september mánaði.

Jonnhild Sondum skoraði málið hjá NSÍ.

Í Havn vóru tað Rebekka Fjallsá Benbakoura, Fríða Magnusardóttir Jakobsen og Lív Rúnadóttir, sum skoraðu málini fyri HB.

Málið hjá EB streymi/Skála átti Sarita Petersen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723