Fiskidagarnir avgjørdir í dag

Fiskidagarnir avgjørdir í dag
Løgtingið fer í dag endaliga at samtykkja at skerja fiskidagarnar hjá nøkrum bólkum nøkur fá prosent
Løgtingið fer í dag endaliga at samtykkja at skerja fiskidagarnar hjá nøkrum bólkum nøkur fá prosent, men hetta ger í veruleikanum ongan mun.
 
15.08.2013 - 11:19

Týsdagin samtykti løgtingið við 18 atkvøðum frá samgonguni, Framsókn og Janusi Rein, uttanflokkatingmanni, at trolararnir missa fýra prosent av sínum døgum, línuskipini og teir smáu útróðrarbátarnir missa sjey prosent.

Ger ongan mun
Skerjingin ger ongan veruligan mun sum støðan er, tí í øllum trimum bólkum, sum skulu skerjast, eru nógvir óbrúktir fiskidagar, eisini í verandi fiskiári, sum endar um góðar tvær vikur.

Seinastu trý árini eru í miðal 541 óbrúktir dagar í trolarabólkinum, teir missa nú 185 dagar, 596 dagar hjá línuskipunum er ikki brúktir, tey missa 180 dagar, og 5 túsund og 197 dagar hjá smáu útróðrarbátunum vórðu ikki brúktir. Teir missa 742 dagar 1.september.   

Tingfundurin í dag verður klokkan hálvgum-tvey.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097