Arktiski politikkurin verður lagdur fram í Reykjavík

Arktiski politikkurin verður lagdur fram í Reykjavík
Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum umboðar Føroyar á ráðstevnuni hjá Arctic Circle í Reykjavík
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum.
Mynd: Uttanríkis- og mentamálaráðið  
 
13.10.2022 - 09:56

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, fer at umboða Føroyar á árligu ráðstevnuni hjá Arctic Circle, sum byrjar í Reykjavík í dag.

Landsstýrismaðurin er ein av høvuðsrøðarunum, tá ráðstevnan verður sett, og har fer hann at leggja fram alment føroyska arktiska politikkin, ið júst er orðaður.

Jenis av Rana verður eisini á tiltaki hjá Útnorðurráðnum um samstarv um havið.

 

Hittir fleiri ráðharrar

Á ferðini fer landsstýrismaðurin í uttanríkisráðnum m.a. at hitta ráðharrar úr Bretlandi, Skotlandi, Grønlandi og Íslandi.

Og Jenis av Rana fer eisini at skriva undir rammusáttmála millum Føroyar og Ísland um fiskiskap.

Leygarkvøldið, tá ráðstevnan endar, eru Føroyar vertir fyri stórari móttøku, “Faroese Night”, í Hørpu fyri øllum luttakarunum á Arctic Circle-ráðstevnuni.

Hamradun og Lív og Tróndur fara at syngja og spæla, og gestirnir fáa eisini brellbitar við føroyskum laksi og drykkivørum.

Sí føroyska politikkin í Arktis her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025