Truss leggur frá sær sum forsætisráðharri

Truss leggur frá sær sum forsætisráðharri
Hon hevur verið forsætisráðharri í Bretlandi í 44 samdøgur
Liz Truss uttan fyri Downing Street, har hon boðaði frá, at hon leggur frá sær.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
20.10.2022 - 13:38

Bretski forsætisráðharrin, Liz Truss, leggur frá sær.

Tað hevur hon boðað frá í eini røðu uttan fyri Downing Street 10 fyri løtu síðani.

Truss segði, at hon er ikki før fyri at halda tey lyfti, sum hon hevur givið, og hon hevur boðað Charles kongi frá, at hon leggur frá sær.

Liz Truss hevur verið forsætisráðharri í Bretlandi í 44 samdøgur.

Meiri verður at frætta í tíðindunum klokkan 14

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959