Geytin sendur beinleiðis í sjónvarpinum fyri fyrstu ferð

21.10.2022 - 21:00
Mentan
Geytin sendur beinleiðis í sjónvarpinum fyri fyrstu ferð
Tá árligu føroysku filmsheiðurslønirnar, Geytin og Áskoðaravirðislønin, verða handaðar í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið ber eisini til at fylgja við handanini í sjónvarpinum
Geytin og Áskoðaravirðislønin verða handaðar í Norðurlandahúsinum í annaðkvøld, og sent verður beinleiðis frá tiltakinum í sjónvarpinum
 

Í annaðkvøld, leygarkvøldið 22. oktober, verður árliga Geytahandanin í Norðurlandahúsinum, og seks stuttfilmar eru í uppskoti.  

Sum nakað nýtt í ár, so fer Kringvarp Føroya at senda Geytan 2022 beinleiðis í sjónvarpinum frá klokkan 19.30.

Finnur Koba er vertur. 

Geytin_2022_Reyp

 

Filmarnir, ið eru tilnevndir í ár, eru:

"Sálarkvøl", leikstjóri: Eir í Ólavstovu 
"Ver Her", leikstjóri: Maria Winther Olsen 
"'Tokskinnarin", leikstjóri: Terji Mohr 
"Typiskt", leikstjóri: Sølvi Næs Hoydal 
"Steinbíturin", leikstjóri: Klippfisk (Dina Fríða Poulsen) 
"Nonstop", leikstjóri: Sølvi Næs Hoydal  

 

 

Ein dómsnevnd av fak- og bransjufólkum velur ársins Geyta-vinnara, og í henni sita:

Rannvá Jónsdóttir (Filmsfelagið)  
Hans Petur Hansen (Kringvarp Føroya)  
Sakaris Stóra (Føroyskt Filmsfólk)  
Tina Wagner (Filmshúsið)  
Pætur M. Dahl (Klippfisk)  

Altjóða limur í dómsnevndini: Valdimar Jóhannson, filmsleikstjóri

 

Atkvøð fyri Áskoðaravirðislønini

Bæði áskoðararnir í Norðurlandahúsinum og sjónvarpshyggjararnir kring landið kunnu atkvøða um, hvør filmur skal hava Áskoðaravirðislønina. 

Atkvøðugreiðslan um Áskoðaravirðislønina fer fram umvegis Sona-appina, sum skal takast niður, áðrenn Geyta-handanin byrjar. 

Í ár eru báðar virðislønirnar hækkaðar.

Runavíkar Kommuna letur 40.000 krónur til Geyta-vinnaran, og Tórshavnar kommuna letur vinnaranum av Áskoðaravirðislønini 30.000 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. september
Við Tórði á túri á oynni Egholm
163270
Mánadag 25. september
Norðurljóð 25.september 2023
163308
Mánadag 25. september
Einki eitur voksin ella voksið
163281
Mánadag 25. september
Biit 22. sept. 2023
163279
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. september
Møti úr Vitninum í Hvalba
163262
Sunnudag 24. september
Andakt við Ellindi Abrahamsen
163261
Fríggjadag 22. september
Veðrið
163197
Hósdag 21. september
Vit eru enn til
163137
Hósdag 21. september
Fagnaðarløta fyri Martini Joensen
162865