Kommunurnar 24 mió. kr. í avlopi í fjør

Kommunurnar 24 mió. kr. í avlopi í fjør
Størsta avlopið hevði høvuðsstaðarkommunan, 70 mió. kr.
Havnin hevði 70 mió. kr. í avlopi í fjør
 
22.08.2013 - 17:08

Føroysku kommunurnar høvdu í fjør slakar 24 milliónir krónur í avlopi.

Tað er nakað minni -  17,3 prosent - enn árið fyri, vísir ein uppgerð, sum Fíggjarmálaráðið hevur gjørt fyri kommunalu roknskapirnar 2012.

Skylda hálva milliard

Samlaða nettoskuldin hjá kommununum var um ársskiftið slakar 487 milliónir krónur, og tað er nakað minni enn tey bæði árini frammundan, tá nettoskuldin var ávikavist 513 og 544 milliónir krónur.

Samanlagt er nettoskuldin sostatt minkað hesi seinastu árini, men tað kemst serliga av, at nettoognin hjá størstu kommununi, Tórshavnar ommunu, er vaksin.

Havnin størsta avlopið

Í fjør hevði Tórshavnar kommuna 70 milliónir krónur í avlopi. Nærststørsta avlopið hevði næststørsta kommunan í landinum, Klaksvík, og tað var 10,4 milliónir kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858