Zelenskyj mælir til friðarætlan fyri Ukraina

Zelenskyj mælir til friðarætlan fyri Ukraina
Ukrainski forsetin helt sjónbandaða røðu á G20-toppfundinum, sum byrjar í dag
Volodymyr Zelenskyj, forseti, mælir til friðarætlan fyri Ukraina.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
15.11.2022 - 08:47

Ukrainski forsetin, Zelenskyj, mælir til eina friðarætlan fyri Ukraina, so russiska kríggið ímóti landinum heldur uppat.

Tað segði hann, tá hann helt eina sjónbandaða røðu á G20-toppfundinum, sum byrjar í dag, skrivar Reuters.

Hann kom við einum uppskoti um, hvussu endi kann fáast á krígnum í Ukraina, sum nú hevur vart í næstan níggju mánaðir.

 

Fastur orkuprísur

Uppskotið mælir m.a. til, at prísurin á russiskari orku, skal vera fastur, og ein skipan skal gerast fyri ukrainska kornútflutningin.

- Veljið ta skipan, sum tit halda vera best, og saman kunnu vit skipa friðin, segði hann.

Sambært Reuters, hevur eitt umboð fyri USA sagt, at landið fer at taka frástøðu frá russisku innrásini í Ukraina og ta ávirkan sum kríggið hevur á heimsbúskapin.

Russland er eisini við á G20-toppfundinum. Russiski uttanríkisráðharrin umboðar Russland, eftiur at Vladimir Putin, forseti, boðaði frá, at hann hevði ov nógv um at vera til at fara á G2-toppfundin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360