73 ukrainar hava uppihaldsloyvi í Føroyum

73 ukrainar hava uppihaldsloyvi í Føroyum
Í løtuni bíða átta fólk, sum hava søkt um uppihaldsloyvi, eftir svari
Tá fyrstu ukrainsku flóttafólkini komu til Føroya fyrr í ár. Í løtuni hava 73 ukrainar uppihaldsloyvi í Føroyum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.11.2022 - 13:40

73 ukrainar hava fingið uppihaldsloyvi í Føroyum eftir serlógini, sum gevur fólki, ið eru flýdd úr Ukraina, loyvi til fyribils uppihald í Føroyum.

Eftir serlógini er fyribils uppihaldið galdandi í upp til tvey ár.

Í løtuni bíða átta fólk, sum hava søkt um uppihaldsloyvi, eftir svari. Tey eru komin til Føroya úr Ukraina. 

 

 

Útlendingastovan sigur, at fólk vanliga fáa svar upp á umsóknina, áðrenn ein vika er farin.

Í Danmark er talið munandi størri. Har hava 30.807 fólk, sum eru flýdd úr Ukraina, fingið uppihaldsloyvi eftir serlógini.

Tað vísir ein uppgerð hjá Útlendingastýrinum í Danmark.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040