Annika Olsen er orsøkin

Annika Olsen er orsøkin
At Annika Olsen stillar upp á Tjóðveldislistanum er orsøkin til, at Beinta Løwe, løgtingskvinna, ikki vil stilla upp hjá Tjóðveldi
17.11.2022 - 17:53

Tað sigur formaðurin í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, Heini Hátún.

Hann sigur, at tað er bara málið um uppstillingina hjá Anniku Olsen, sum ger, at Beinta Løwe ikki stillar upp.

Í gjár skrivaði Beinta Løwe, at tað var ein "íkomin støða", sum gjørdi, at hon ikki stillar upp aftur. Hon skrivaði eisini at  "leiðslan visti, at hon ikki fór at stilla uppaftur, um støðan ikki broyttist."

Kringvarpið hevur seinastu dagarnar roynt at fingið viðmerking frá Beintu Løwe, men tað hevur ikki eydnast at fingið fatur í henni. 

Leiðslan í Norðoya Tjóðveldisfelag vil ikki gera viðmerking til málið, men tey siga, at tað fimta plássið á uppstillingarlistanum, sum tey høvdu tókt, var ætlað Beintu Løwe. 

Flestu tjóðveldisfólk eru glað fyri at fáa Anniku Olsen á listan, men tað eru eisini krittiskar røddir.

Høgni Hoydal var gestur í sjónvarpsstovuni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Hósdag 15. januar
RagnarRokk: Robby Thomas Walsh um Banned
201515
Hósdag 15. januar
EM 26 tíðindi - 15 jan 2026
202745
Hósdag 15. januar
Nýtt ljóð
202744
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571