Poddvarp: U21 í Algeria – átta ár seinni

bannari
Poddvarp: U21 í Algeria – átta ár seinni
Tað er átta ár síðani, at U21-landsliðið óvæntað vann seg til HM-endaspælið í Algeria. Tað bleiv ein minniligur túrur við søguligum sigrum, góðum avrikum og nógvum røvarasøgum
Frá vinstru: Teitur Horn Rasmussen, Rói Berg Hansen, Kjartan Johansen og Helgi H. Hoydal
Mynd: Tróndur Arge  
 
15.01.2026 - 21:10

Átta ár seinni síggjast sporini av undangongumonnunum enn á manslandsliðnum. Í EM-hópinum í Oslo eru seks spælarar, sum vóru við í Algeria í 2017. Teir eru Teis Horn Rasmussen, Rói Berg Hansen, Helgi H. Hoydal, Kjartan Johansen, Pætur Mikkjalsson og Vilhelm Poulsen. Í poddvarpinum fortelja teir søgur og minnast aftur á HM-endaspælið í Algeria. 

- Hetta var upp á nógvar mátar startskotið til hesa menningina, sum vit síggja í landsliðshondbólti. Tað var fyrstu ferð, at eitt føroyskt landslið vann seg í eitt endaspæl. Tað gav okkum eisini nógvar royndir, sum vit hava kunnað tikið við okkum, fortelur Helgi H. Hoydal.

 

U21_i_Algeria_-_Atta_ar_seinni_-_Vid_enda_sangi

 

Tað byrjaði við eini HM-undankapping, sum var í Føroyum. Spælt varð í høllini á Hálsi. Føroyar vóru í bólki við Sveis, Ísrael og Finnlandi. Metingin undan kappingini var, at Sveis vóru favorittar at vinna. Tað broyttist eitt fríggjakvøld í januar 2017. Føroyar vunnu 28-24 og løgdu lunnar undir eina søguliga undankapping.

 - Tað vóru ikki nógv, sum væntaðu, at vit fóru at koma víðari. So vinna vit allar dystirnar á heimavølli. Tað var bara sjúkt, minnist Teis Horn Rasmussen aftur á.

Kjartan Johansen minnist, hvussu áhugin broyttist frá fyrsta dystinum til tann triðja. Eftir at hava vunnið á favorittunum fríggjadag, vunnu Føroyar 31-25 á Ísrael dagin eftir. Sunnudagin 8. januar 2017 vunnu Føroyar 29-28 á Finnlandi og tryggjaðu sær pláss í HM-endaspælinum. Rómurin á Hálsi var øgiligur.

 

Frá vinstru: Teis Horn Rasmussen, Rói Berg Hansen, Kjartan Johansen og Helgi Hoydal - Mynd: Tróndur Arge

 

 - Eg fái gásarhold, tá eg hugsi um tað. Eg kann ikki minnast, at nakar tosaði um at koma víðari. Hetta skuldu verða okkara seinastu dystir sum ungdómslandsliðsspælarar. Eg minnst at Tobbi (Torbjørn Jacobsen, blaðm) helt eina røðu fyri okkum. Eg havi ongantíð sæð so nógvar menn víst so nógvar kenslur, men teir blivu eisini bangnir, tá Tobbi eisini fór at syngja annað vers í tjóðsanginum. Tað var bara Helgi, sum dugdi tað, greiðir Rói Berg Hansen skemtandi frá.

Kári Nielsen var høvðusvenjari í undankappingini, men helt ikki fram. Sonni D. V. Larsen tók við eftir hetta.

 

Prentaðu sjálvir klæðini

Føroyska liðið hevur nú eitt hálvt ár at fyrireika seg í. Millum uppgávurnar undan fráferð er at prenta klæðini. Tað gera spælararnir sjálvir.

 - Tað, sum hevur eyðkent øll árini hjá okkum á ungdómslandsliðunum, hevur verið samanhaldið og vinarløgini. Vit prentaðu gleðiliga klæðini, sjálvt um tað tók fleiri dagar, sigur Rói Berg Hansen.

 

 

Sjúrður Olsen og Rói Berg Hansen fegnast um ein sigur í Algeria - helst sá tað eisini soleiðis út, tá teir sluppu ein túr á bátastevnu

 

Spælararnir eru skjótt samdir um, at hetta er ein møguleiki, sum ikki kemur fleiri ferðir í lívinum, og tí skulu fyrireikingarnar takast í álvara. Hóast ungir við áhuga fyri spennandi náttarlívinum, verður tað lagt á hillina. Líka fyriuttan eina bátastevnu í Vestmanna, tá hjálpavenjarin, Ingi Olsen, fær ein væl umhugsaðan fyrispurning.

 - Vit bóðu Sjúrð Olsen spyrja pápa sín, um vit kundu sleppa út tað kvøldið. Vit sótu allir í skiftirúminum í høllini í Vestmanna, og hoytalarin var frá á telefonini. Eg haldi, at gleðin var líka stór, tá Ingi segði ja, sum tá vit vunnu okkum víðari, greiðir Rói Berg Hansen frá.

Fyrireikingarnar halda fram, og teir renna Vestmanna upp og niður fleiri ferðir. Mitt í juli fer ferðaliðið úr Føroyum til Algeria.


Pætur skoraði fyrsta málið

 

Pætur Mikkjalsson skoraði fyrsta málið í HM-endaspælinum í Algeria. Her í dysti móti Ungarn

 

Fyrsti dysturin í HM-endaspælinum var móti Kili. Tað var ikki óvæntað, at føroyska liðið var sterkari enn suðuramerikanska mótstøðuliðið. Fyrstur at skjóta mál í einum HM-endaspæli fyri Føroyar var Pætur Mikkjalsson, men tað var ikki heilt eftir ætlan. Helgi Hoydal byrjaði inni, men fór at bløða næsablóð.

 

 

Paetur_Mikkjalson_vid_ljodbroti

 

 - Nú tá eg hugsi aftur á tað, minnist eg tað við einum smíli. Eg var yvirhøvur ikki klárur at koma inn, men Helgi fór at bløða næsablóð. Eg mátti inn og skoraði eftir eitt skjótálop, sigur Pætur Mikkjalsson.

Føroyar vunnu 31-28. Tað er ein søguligur sigur, tí hann er tann fyrsti føroyski sigurin í einum endaspæli. Niðurstøðan var kortini, at avrikið ikki var sannførandi. Annar dysturin var móti Suðurkorea. Hóast føroyska liðið hevði eina rímiliga greiða leiðslu, var líka við, at Suðurkorea javnaði i seinasta álopinum. Føroyar vinna 28-27.

 

 

Gleðin var stór, tá Føroyar vunnu á Suðurkorea. Eftir greiða leiðslu mundi føroyska liðið mist alt á gólvið

 

Triði dysturin var móti grannunum úr Noreg. Dysturin varð avgjørdur longu í fyrra hálvleiki, tí Noreg var nógv betri. Í seinna hálvleiki var tó ein spælari, sum bjóðar av. Hóast sjúkur, spælir Hilmar Leon Jakobsen ein framúr dyst og skorar fleiri góð mál, men tað er ikki nóg mikið.

 

Hilmar Leon Jakobsen við einum av sínum eykendu hoppiskotum

 

Ein av størstu løtunum kom móti Týsklandi í fjórða dystinum. Føroyar vóru á odda 12-9 í hálvleikinum og vóru á odda við fýra eitt skifti í seinna hálvleiki. Tað gekk tó skjótt skeiva vegin, sum seinni hálvleikur líður. Týskland vinnur 29-21. Eftir dystin var kritikkur av venjaranum, tí hann valdi at skifta fleiri av lyklaspælarunum út.

 - Eg minnist tað sum, at vit høvdu avtalað at spara spælarar til handan dystin, tí vit høvdu Ungarn aftaná. Tað varð mett, at vit høvdu ein betri kjans móti teimum, men brádliga eru vit í holt við at vinna, sigur Kjartan Johansen.

 - Vit hava seinni hugsað, at vit seldu dystin ov tíðliga. Vit kundu havt gjørt tað til ein spennandi dyst, men byrja at skifta nógv út. Tað er eisini órættvíst móti teimum, sum komu inn, tí teir høvdu ikki spælt nógv, leggur Helgi H. Hoydal afturat.

 

Kjartan Johansen og Helgi H. Hoydal í dysti móti Týsklandi. Føroyar vóru á odda 12-9 í hálvleikinum

 

Ein spælari, sum slapp at royna seg eina løtu móti Týsklandi, var 17 ára gamli Vilhelm Poulsen. Hann varð innkallaður eftir sigurin á Suðurkorea, tí Pætur Thomsen bleiv skaddur. Sjálvur hevði Vilhelm Poulsen, sum í dag spælir í týsku Bundesliguni, júst verið á G-festival.

 - Eg vandi nógv við undan fráferðini, men visti, at eg ikki skuldi við, so eg fór á G-Festival. Brádliga bleiv eg uppringdur og skuldi til Algeria. Eg var spentur, men mær dámdi ikki so væl at flúgva. Eg var eitt sindur pressaður, tí tað var ein 19 tíma langur túrur, greiðir Vilhelm Poulsen frá.

 

Vilhelm_Poulsen_rend

 

Í seinasta dystinum í bólkaspælinum taptu Føroyar heili 32-23 fyri Ungarn. Hetta var lágpunktið hjá føroyska liðnum í bólkaspælinum.

 

 

Vilhelm Poulsen í dysti móti Italia fyrr í ár. Hann spælir í dag í týsku Bundesliguni - Mynd: Andrei Antal/HSF 

 

Flott punktum og knappa aftursvarið

Sigrarnir móti Kili og Suðurkorea gjørdu, at Føroyar komu víðari til áttandapartsfinaluna. Har møttu føroyingarnir Fraklandi, sum hevði fleiri stórar stjørnur á liðnum. Teirra millum Dika Mem, sum longu tá spældi í FC Barcelona. Toppskjútti tann dagin var Helgi H. Hoydal við níggju málum.

 - Eg byrjaði við at brenna tvey skot, men so fór alt inn. Vit funnu hvønn annan væl, og eg stóð fleiri ferðir leysur á strikuni. Annars minnist eg eisini, at Fríði Wiehe dekkaði Dika Mem so væl, at vit eftir dystin í skemti kallaðu Dika Mem fyri Dika “Hvem” og Dika “Nemm”, fortelur Helgi H. Hoydal skemtandi frá.

 

Fríði Weyhe og Helgi H. Hoydal spældu báðir væl móti Fraklandi í 1/8-finaluni 

 

Føroyar endaðu við at spæla plaseringsdyst móti Svøríki. Her vunnu grannarnir greitt 33-21. Svøríki kom við upp á eitt sokallað Wild Card. Tað er ein innbjóðing til lond, sum ikki megnaðu at spæla seg til endaspælið. Tað fekk tí øði í Helga Hoydal, tá ein svenskari hevði hug at spotta føroyska avrikið hendan dagin.

 - Vit spæla illa, eru frusteraðir og eru í hornatøkum í heilum. Ljósið fór eisini í høllini. Tað gongur, sum tað gongur, tá ein svenskari sigur við meg, at vit ikki hoyra heima í hesi kappingini. Tá svaraði eg bara aftur; “You don’t belong here, Mr. Wildcard!”. Tað bleiv eitt sindur intenst tá, sigur Helgi H. Hoydal.

Tað er breið semja millum gestirnar í útvarpsstovuni, at luftin fór úr føroysku ballónini til seinasta dystin. Tá tapið hevði lagt seg, vóru føroysku spælararnir væl nøgdir við avrikið í Algeria. Heimaferðin var merkt av seinkingum og umskipan, men tað eydnaðist at koma heim til ólavsøku. Spælararnir blivu heiðraðir av stórari fjøld uttanfyri Miðlahúsið.

 

 

U21-landsliðið í Miðlahúsinum á ólavsøku. Aftaast frá vinstru: Jónas G. Djurhuus, Áki Egilsnes, Brandur Halgirsson, Helgi H. Hoydal, Kjartan Johansen, Hilmar Leon Jakobsen, Niklas Simonsen, Vilhelm Poulsen, Pætur Mikkjalsson. Í miðjuni frá vinstru: Pætur Thomsen, Pætur Johansen, Rói Berg Hansen, Hørður Trygvason: Fremst frá vinstru: Fríði Weyhe, Teis Horn Rasmussen, Sjúrður Olsen og Rune Olsen

 

Liðfelagar

Í seinna partinum av hesum poddvarpinum skulu Teis Horn Rasmussen, Rói Berg Hansen, Helgi Hoydal og Kjartan Johansen lurta og reagera upp á ein tátt, sum eitur “Liðfelagar”. Hetta er upptøkur frá túrinum í 2017, har Teis Horn Rasmussen og Rói Berg Hansen eru makkarar, og Kjartan Johansen og Áki Egilsnes eru makkarar. Teir fáa spurningar um liðfelagirnar, og tað stendur ikki á at avdúka, hvør eitt nú grenjar mest og so framvegis. Helgi Hoydal var upptøkumaður til ljóðbrotini.

Í poddvarpinum fáa teir seks brot frá sendingunum, sum teir skulu fyrihalda seg til. Tað gevur nakað av látri og kjaki, tí hvør er nú størsta grenjið, hvør kemur altíð ov seint og hoppar Teis Horn Rasmussen líka høgt sum Hilmar Leon Jakobsen gjørdi í 2017. Og ikki minst; er nakað broytt síðan 2017?

 

 

Hetta er prógvið, sum Teis Horn Rasmussen brúkar fyri at staðfesta, at hann hoppar líka høgt sum Hilmar Leon Jakobsen

 

Føroyska manslandsliðið í hondbólti er nú farið til Oslo at spæla EM. Hetta er aðru ferð, at manslandsliðið vinnur seg til EM-endaspælið. Teir fýra eru sannførdir um, at samanhaldið øll hesi árini er góð last at hava í leypinum.

Sendingina gjørdi Tróndur Arge og Bjørn Hentze Bech ljóðblandaði. Ljóðbrot frá frásøgnini eru frá gamla Rás2. Heri Árnason Simonsen setti tey saman.

 

Hópurin í Algeria í juli 2017

Niklas Simonsen, Skjern
Hørður Trygvason, SG Flensburg-Handewitt
Helgi Hoydal, H71
Áki Egilsnes, VÍF
Hilmar Leon Jakobsen, H71
Fríði Hammer Weyhe, KÍF
Kjartan Johansen, StÍF
Jónas G. Djurhuus, H71
Pætur Mikkjalsson, Neistin
Teis Horn Rasmussen, Neistin
Pætur Johansen, StÍF
Brandur Halgirsson, SG Flensburg-Handewitt
Pætur Thomsen, H71
Rune Olsen, Neistin
Rói Berg Hansen, Neistin
Sjúrður Olsen, VÍF

Aftast frá vinstru: Christina Krogshede (ráðgevi), Ingi Olsen (hjálparvenjari), Sonni D. V. Larsen (venjari), Hilmar Leon Jakobsen, Pætur Mikkjalsson, Kjartan Johansen, Teis Horn Rasmussen, Fríði Weyhe, Brandur Halgirsson, Áki Egilsnes, Helgi H. Hoydal, Beinta Laursen (fysioterapeutur)
Fremst frá vinstru: Umboð fyri hondbóltssambandið í Algeria, Rói Berg Hansen, Jónas G. Djurhuus, Pætur Johansen, Rune Olsen, Hørður Trygvason, Niklas Simonsen, Sjúrður Olsen og Pætur Thomsen. Á myndini vantar Jørgen Christiansen, liðleiðari. Hann er avmyndaður á myndini frá fráferðini longur niðri. Ytst til vinstru. 

 

Úrslit

 

U21-undankapping í Føroyum

Føroyar – Sveis, 28-24

Føroyar – Israel. 31-25

Føroyar – Finnland, 29-28

 

U21 HM-endaspælið

Bólkaspæl

Føroyar – Chile, 31-28
Føroyar – Suðurkorea, 28-27
Føroyar – Noreg, 23-29
Føroyar – Týskland, 21-29 
Føroyar – Ungarn, 23-32

 

Áttandapartsfinala

Føroyar – Frakland, 25-28

 

Plasseringsdystur

Føroyar – Svøríki, 21-33 

 

 

Føroysku áskoðararnir til HM í Algeria. Tað sæst eisini, at lokalir áskoðarar høvdu hug at tekkjast føroysku áskoðarunum

 

 

Føroyska liðið fekk fleiri fjepparar í Algeria - Mynd: Tróndur Arge

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632