Løkke: Sosialdemokratar, Vinstri og Moderatar gott útgangsstøði

Løkke: Sosialdemokratar, Vinstri og Moderatar gott útgangsstøði
Hesir tríggir flokkarnir hava tilsamans 89 sessir í fólkatinginum
Lars Løkke Rasmussen er formaður í Moderatunum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
18.11.2022 - 09:37

Flokkarnir í danska fólkatinginum tosa enn saman, og Mette Frederiksen stendur framvegis á odda fyri samráðingunum.

Nú sigur formaðurin fyri Moderaterne, at ein stjórn millum sosialdemokratarnar, Vinstra og Moderatarnar, er eitt gott útgangsstøði til eina stjórn.

Hesir flokkarnir hava tilsamans 89 sessir. Hinir flokkarnir í fólkatinginum hava 86 umboð, og so koma fólkatingslimirnir í Føroyum og Grønlandi aftrat.

Bæði Lars Løkke Rasmussen og formaðurin í Vinstra, Jakob Ellemann-Jensen, eru samdir um, at flokkarnir royna at tosa seg til rættis.

Vinstriflokkurin fer at hava landsfund um vikuskiftið, og ikki fyrr enn eftir tann fundin ber til at fara undir veruligar samráðingar, sigur Lars Løkke Rasmussen:

 

18112022_Lars_Lokke_um_stjornarsamradingar

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025