Eysturoyartunnilin: Landið vil hava vinningsbýtið

Eysturoyartunnilin: Landið vil hava vinningsbýtið
Danski statskassin, ikki føroyski landskassin, fær skattin av vinninginum hjá felagnum, sum skal gera Eysturoyartunnilin. Tað ger norðurlendska dupultskattaavtalan, sum Føroyar eru við í.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi um vinningsbýti frá Eysturoyartunlinum
 
26.08.2013 - 12:54

Landsstýrið umhugsar at fáa broytt dupultskattaavtalurnar við hini Norðurlondini, so landskassin fær vinningsbýtið hjá danska íleggjaranum, sum skal gera og eiga Eysturoyartunnilin.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum hevur svarað spurningum frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu, um tunnilsmálið.

Statskassin fær vinningsbýtið

Danski statskassin, ikki føroyski landskassin, fær skattin av vinninginum hjá felagnum, sum skal gera Eysturoyartunnilin. Tað ger norðurlendska dupultskattaavtalan, sum Føroyar eru við í.

Eigur ein norðurlendskur íleggjari meira enn tíggju prosent í einum føroyskum partafelagi, verður skatturin av vinningsbýtinum ikki goldin í Føroyum. Bara 20 prosent av felagnum, sum bíðar eftir at fáa einkarrættin til Eysturoyartunnilin, eru føroysk.

Umhugsa broyting

Men landsstýrið umhugsar at fáa dupultskattaavtaluna broytta, so skatturin av vinningsbýtinum partvíst ella heilt verður goldin í landinum, har sum felagið vinnur pengarnar.

Ein slík broyting hevði eisini í øðrum førum verið ein fyrimunur hjá Føroyum, heldur landsstýrið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262