Mads Borchers til HB

Mads Borchers til HB
Mads Borchers, sum veruliga gjørdi vart við seg í 07 Vestur farna kappingarár, skal nú skjóta mál fyri HB
Mads Borchers skal skjóta mál fyri HB í 2023
Mynd: HB  
 
02.12.2022 - 14:20

Mads Borchers skal spæla við HB í 2023. Tað skrivar facebook-vangin hjá reyðsvarta havnarfelagnum. 

Dúgliga hevur verið gitt, at 20 ára gamli danin, sum veruliga gjørdi vart við seg í 07 Vestur í fjør, fór at skifta til Havnar, og í gjár skrivaði in.fo, at HB hevði fingið framherjan undir land. Nú hevur framherjin so skrivað undir.

- Eg eri komin fyri at vinna og skjóta mál, sigur danin í stuttari viðmerking á facebook.

Mads Borchers var millum eyðsýndastu spælararnar í føroyskum fótbólti í fjør, har hann skeyt 15 mál í 28 dystum, og vinstrabeinti framherjin átti sín stóra leiklut í sjeynda plássinum í landskappingini og hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið hjá 07 Vestur.




 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107