Sandoyartunnilin: Landið fær brúk fyri 150 mió. kr. afturat

Sandoyartunnilin: Landið fær brúk fyri 150 mió. kr. afturat
Landsbankin er ikki nevndur í svarinum hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, hóast Kristina Háfoss, løgtingskvinna, spyr beinleiðis um pengarnar, sum vóru í Landsbankanum, tá hann læt aftur 1.apríl.
Samgongan hevur sett av 385 mió. kr. til Sandoyartunnil frá 2014 til og við 2024
 
27.08.2013 - 08:13

Landskassin fær brúk fyri 150 milliónum afturat í ár, um løgtingið samtykkir at játta 150 mió. kr. til Sandoyartunnilin nú í 2013.

Samgongan hevur sett av 385 mió. kr. til Sandoyartunnil frá 2014 til og við 2024.

Men samgongan umhugsar at gera Sandoyartunnilin skjótari enn tað og brúka 150 milliónir í ár, uttan at taka av teimum 385 í játtanarkarminum árini 2014 til 2024.

Jørgen svarar Kristinu

Landsbankin er ikki nevndur í svarinum hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, hóast Kristina Háfoss, løgtingskvinna, spyr beinleiðis um pengarnar, sum vóru í Landsbankanum, tá hann læt aftur 1.apríl.

Og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur sagt, at tær 150 milliónirnar, sum skulu til Sandoyartunnilin, eru pengarnir, sum vóru í Landsbankanum. Tær milliónirnar skuldu annars brúkast til at styrkja gjaldføri landskassans.

Kristina Háfoss spyr, um landsstýrið ætlar at læna 150 milliónir ella, um gjaldføri landskassans skal minka 150 milliónir.

Ymiskur fíggjartørvur

Jørgen Niclasen svarar, at ymiskt er frá ári til ár, hvør fíggjartørvurin hjá landinum er. Tað veldst um, hvussu nógv skuld verður afturgoldin.

Løgtingskvinnan fekk ikki nakað beinleiðis svar uppá, hvussu landskassin útvegar 150 mió. kr., um løgtingið samtykkir at brúka 150 milliónir afturat til Sandoyartunnil í ár.

Leiðreglan hevur verið, at landið altíð hevur 15 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni standandi á bók. Tað svarar til okkurt um tvær milliardir krónur. Eingin ætlan er um at broyta hetta, svarar landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572