Ungarn forðar ES at veita Ukraina fíggjarliga hjálp

Ungarn forðar ES at veita Ukraina fíggjarliga hjálp
Neyðugt er, at øll 26 ES-londini, eisini Ungarn, taka undir við hjálparveitingini
Viktor Orban er forsætisráðharri í Ungarn, sum eisini skal hava peningahjálp úr ES.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
07.12.2022 - 09:26

Ósemjan millum Ungarn og hini ES-londini í sambandi við fíggjarligan stuðul heldur fram.

Stjórnin í Ungarn tekur ikki undir við, at ES skal lata Ukraina 18 milliardir evrur, ið svarar til 134 milliardir krónur, sum hjálp í krígnum móti Russlandi.

Fyri at ES skal lata hjálp av hesum slag, er neyðugt at øll 26 ES-londini, eisini Ungarn, taka undir við hjálpini.

 

Finna annan hátt

Hetta merkir, at ES-londini nú skulu royna at finna annan hátt stuðla Ukraina fíggjarliga, har tað ikki er neyðugt at hava Ungarn við, skrivar Ritzau.

Orsøkin til, at tað er so torført at fáa Ungarn við, tá peningur skal latast Ukraina, er tann, at landið sjálvt skal fáa fáa stóran stuðul úr ES.

Men ES-nevndin sigur, at eingin peningur verður latin, fyrr enn Ungarn fremur fleiri ábøtur á eitt nú fólkaræðiliga økinum.

Fyri at gera tað enn fløktari, læt Ungarn av sínum eintingum 187 milliónir evrur í stuðuli til Ukraina - altso uttan um ES.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961