Tingfólk fáa hvør sína skrivstovu

Tingfólk fáa hvør sína skrivstovu
Løgtingið fær 2.640 fermatrar afturat at húsast í. Tað merkir, at flokkarnir fáa nýggj flokshøli og tingfólk fáa hvør sína skrivstovu
20.12.2022 - 14:33

Landsverk fer út í januar og Mentamálaráðið skal út í august. Tingfólk skulu í staðin inn í húsini hjá Havnar Arbeiðarafelag beint við síðurnar av løgtingsumsitingini á Tinghúsvegnum í Havn.

Jógvan á Lakjuni, sum er løgtingsformaður til í ovurmorgin, heldur, at løgtingsfólk í alt ov langa tíð hava havt ov vánaligar arbeiðsumstøður. Tí hevur hann undirskriva nýggju leigavtaluna.

Men nú vera umstøðurnar altso nógv betri. Nýggja leigumálið hjá løgtinginum er 2.640 fermetrar. Til samanberingar er Gamla apotek minni enn 400 fermetrar.

Tað kostar sjálvsagt at geva tingfólkunum betri sømdir. Leiga og rakstur kosta 3,3 milliónir krónur um árið. Og so skulu pengar eisini brúkast til umbyggingar, men tað er ikki greitt enn, hvussu umfatandi hetta verður. Jógvan á Lakjuni heldur tó, at tað er vert at brúka hesar pengarnar uppá tingarbeiði.

Løgtingið yvirtók leigumálið í juli. Í næstum fer Løgtingsumsitingin at fyrireika, hvussu bygningurin skal innrættast, og so er vónin at flyta inn í heyst, um alt gongur sum ætlað og neyðugu pengarnir verða játtaðir, upplýsir Jonhard Klettheyggj, løgtingsstjóri.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244