Kanna tørvin fyri íverksetarahúsi í Vága kommunu

Kanna tørvin fyri íverksetarahúsi í Vága kommunu
Vága kommuna fer nú at kanna, um áhugi er í kommununi fyri at gera eitt íverksetarahús, sum skal styrkja vinnuliga vøksturin.
 
29.12.2022 - 10:17

Vága kommuna ynskir at menna umhvørvið fyri einum fjøltáttaðum vinnulívi, fyri at styrkja ein vinnuligan vøkstur í kommununi. Tað skrivar kommunan á heimasíðu síni. 

Tí er kommunan nú farin undir at kanna áhugan millum borgarar og íverkstararar í kommununi. Talan er um eina tørvskanning, sum er verður gjørd í samstarvi við VisitVágar. 

Eitt íverksetarahús skal geva íverksetum góðar karmar, so teir kunnu menna síni hugskot. Ráðgevar verða knýttir at húsinum, og ráðgevingin verður ókeypis. 

Harafturat verða nógvir uttanhýsis serfrøðingar og mentorar til taks.  Skipað verður fyri verkstovum í tøttum samstarvi við onnur, sum fáast við nýhugsan og íverkseting.

Íverksetarar kunnu leiga eitt skrivstovupláss við atgongd til allar hentleikar.

Somuleiðis skal vera møguligt hjá fólki, sum javnan arbeiða heima, at kunna koma til eitt ‘drop-in’ skrivaraborð í íverksetarahúsinum.

Les meira um tørvskanningina hjá Vága kommunu her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558