Nógvir bilførar koyra altíð ella javnan ov skjótt

Nógvir bilførar koyra altíð ella javnan ov skjótt
Ferðslutrygd, Trygd og Betri trygging skipa fyri ferðsluátaki henda mánaðin.
Meira enn annar hvør, 57 prosent, siga, at teir vanliga koyra 90 kilometrar um tíman uttan fyri bygt øki.
Mynd: Ferðslutrygd  
 
09.01.2023 - 08:23

Nógvir bilførarar, 68 prosent, koyra altíð, ella javnan, ov skjótt.

Og meira enn annar hvør, 57 prosent, siga, at teir vanliga koyra 90 kilometrar um tíman uttan fyri bygt øki.

Hetta vísa kanningar hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

 

Ferðsluátak

Og tað er ikki í lagi, at so nógv koyra ov skjótt, heldur Ráðið, sum nú hevur gjørt eitt ferðsluátak saman við Trygd og Betri trygging.

Í einum filmi verður ljós varpað á ov skjóta koyring.

Átakið byrjar í dag og varar allan januar. Politiið ger ferðkanningar, meðan átakið er.

 

 

Í lagi at koyra ov skjótt

Næstan eingin heldur tað vera í lagi at koyra og ikki brúka trygdarbelti, ella at koyra við kenning.

Men næstan øll halda tað vera í lagi at koyra eitt sindur ov skjótt, sigur Ráðið fyri ferðslutrygd. 

- Sosiali normurin er ikki broyttur á hesum økinum, hóast hópin av átøkum, eftirliti og herðingum í ferðslulógini. 

Men hann kann broytast, heldur Ráðið fyri ferðslutrygd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954