Borgarar í Nes kommunu fáa nú fipursamband

Borgarar í Nes kommunu fáa nú fipursamband
Sambandið millum borgarar í Nes kommunu og umheimin verður munandi betri, nú NET hjá Føroya Tele fer at leggja fipurkaðal inn í hvørt húsarhald
Nes kommuna verður næsta kommuna, ið verður knýtt upp í fipurnetið hjá NET
Mynd: Shutterstock.com  
 
16.01.2023 - 10:53

Heimasíðan hjá Nes kommununi skrivar, at arbeiðið at leggja fipursamband inn til hvørt húsarhald í Føroyum tekur dik á seg.

Í næstum fer NET at leggja fipurkaðlar inn til hvørt húsarhald í kommununi.

Fipur er nútímans tøkni, sum gevur skjótt og álítandi breiðband gjøgnum ljósleiðarafiprar á stødd við menniskjahár.

Fipurkaðalin er fáar millimetrar í tjúgd og liggur vardur í sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar í tvørmáti, og sum verður løgd inn til hvørt hús.

 

Bæði rørleiðing og fipurkaðal verða løgd í jørðina, og arbeiðið krevur, at veitir verða grivnar og fresaðar í vegir, tún og onnur øki, samstundis sum fipurútgerð skal setast upp í hvørjum húsarhaldi, skrivar Nes.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360