Aftur á vøllin um tríggjar vikur

Aftur á vøllin um tríggjar vikur
Hann hevur sæð øgiliga nógvar venjingar síðsta hálva árið, og tað hevur verið 'mogið', men nú lýsnar hjá Eliasi á Skipagøtu, sum ætlar aftur á vøllin um tríggjar vikur
17.01.2023 - 14:00

Vøllurin er spæliplássið hjá einhvørjum ítróttafólki, men hetta er kanska serliga satt fyri Elias Ellefsen á Skipagøtu.

Tað sær mangan leikandi lætt út, tá føroyska hondbóltsstjørnan broderar seg ígjøgnum mótstøðuverjurnar, og tí er tað serliga keðiligt, at hann hevur sitið uttanfyri síðan í summar.

Keðiligt fyri føroysk hondbóltsfólk, men ikki minst fyri Elias sjálvan.

 - Tað hevur verið eitt sindur ringt at vera í Svøríki, og ikki fáa spælt, so eg havi verið nógv heima í Føroyum. Tað hevur hjálpt nógv upp á tað, men tað hevur verið øgiliga moðið, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu.


Nærkast vøllinum

Hann hevur sæð øgiliga nógvar hondbóltsvenjingar og dystir frá síðulinjuni, síðan hann fekk álvarsaman knæskaða undir U20-endaspælinum síðsta summar. 

Fyrst varð roynt at venja skaðan burtur, men tað riggaði ikki, og so noyddist bakspælarin undir skurð. 

Forsøgnin segði tríggjar mánaðir, og uppvenjingin hevur eydnast somikið væl, at tíðarætlanin sær út til at halda nøkulunda.

 - Tað gongur væl. Eg eri byrjaður at renna aftur - havi runnið eitt sindur í hesi vikuni - og skal byggja tað spakuliga upp. Planurin er, at um eini tvær ella tríggjar vikur átti eg at kunna verið við í øllum aftur, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu. 

 - Eg skal taka tað eitt sindur róligt, sigur hann við einum smíli, sum onkursvegna fortelur, at tolni ikki er hansara styrki.


Siktar eftir Rumenia

Í heyst sá hann liðfelagarnar stríðast til fánýtis í EM-undankappingardystum ímóti Ukraina og Eysturríki. Seinni dysturin bjóðaði upp á altjóða gjøgnumbrotið hjá yngra systkinabarninum, Óla Mittún, men nullið á botnlinjuni merkir, at tað er trýst á Føroyum undan heimadystinum ímóti Rumenia 8. mars.

Landsliðsvenjarin, Peter Bredsdorff-Larsen, fyrireikar seg og liðið til at spæla uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu, men føroyska miðjan vil ikki hoyra talan um slíkt.

 - Sum tað sær út nú, so burdi eg kunnað spælt. Tú veitst ongantíð, men eg eri nokkso sikkur í, at eg kann spæla. 





 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595