Westminster forðaði fyri fyrstu ferð einari skotskari lóg

Westminster forðaði fyri fyrstu ferð einari skotskari lóg
Tað er eitt álop á skotska parlamentið, heldur skotski forsætisráðharrin, at bretska stjórnin í gjárkvøldið steðgaði einari skotskari lóg um løgfrøðiligt kynsskifti
Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur bretska stjórnin í Westminister forðað einari lóg, ið skotska parlamentið hevur samtykt, at koma í gildi
Mynd: Shutterstock.com  
 
17.01.2023 - 10:00

Bretska stjórnin í Westminster hevur á fyrsta sinni forðað fyri einari lóg, sum skotska parlamenti hevur samtykt.

Skotska parlamentið samtykti herfyri eina lóg, sum skuldi gera tað lættari hjá fólki at fáa løgfrøðiligt kynsskifti.

Samstundis lækkaði aldurin fyri nær ein kann fáa løgfrøðiligt kynsskifti úr 18 niður í 16 ár.

Men bretska stjórnin forðaði í gjárkvøldið lógini við tí grundgeving, at hon fer at ávirka javnstøðulógir í restini av Bretlandi.

Skotski forsætisráðharrin, Nicola Sturgeon, segði í gjárkvøldið, at forðingin úr Westminster var eitt beinleiðis álop á skotska parlamentið.

Hon segði eisini, at skotska stjórnin stendur saman um lógina, og hon ávaraði um, at um hendan lógin bleiv steðgað í Westminster, fer tað helst at vera tann fyrsta av mongum.

 

Fyri rættin

Tað verður væntað at skotska stjórnin leggur málið fyri rættin, men bíðar í fyrstu atløgu eftir fleiri frágreiðingum frá bretska ráðharranum fyri Skotland, skrivar BBC.

Bretska stjórnin hevur tó skotið upp, at lógin verður tillagað, men skotsku ráðharrarnir hava gjørt greitt, at teir ætla ikki at broyta samtyktu lógina.

Sambært BBC, so kann Bretska stjórnin forða fyri lógum samtyktar í Skotlandi, um hon metir, at lógin kann fáa negativa ávirkan á aðrar lógir, sum eru galdandi í Bretlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360