Brandur til Fredrikstad

Brandur til Fredrikstad
Føroyski landsliðsspælarin, Brandur Hendriksson Olsen, hevur gjørt tvey ára avtalu við Fredrikstad FK, har hann kemur afturat Jóannesi Bjartalíð og Mikkjali Thomassen
Brandur Hendriksson Olsen verður triði føroyingurin í Fredrikstad
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
17.01.2023 - 10:17

Brandur Hendriksson Olsen skal spæla við Fredrikstad FK, sum nú er satt føroyingafelag. Tað skrivar Dimma.fo.

Føroyski landsliðsmiðvallarin skal spæla í næstbestu norsku deildini saman við Jóannesi Bjartalíð undir Mikkjali Thomassen.

Sambært dimma.fo hevur journalistur á Fredriksstad Blad fingið tíðindini váttað frá ítróttastjóranum í felagnum, Joacim Heier, og nú er skiftið alment.

Brandur Hendriksson Olsen, sum hevur spælt 50 dystir fyri føroyska landsliðið, sleit krossbandið á venjingarlegu við Helsinborgs fyri lítlum ári síðan, men ítróttastjórin hjá Fredrikstad heldur, at skálvíkingurin kortini er verdur at satsa upp á.

 - Hann er so mikið góður, at hann er verdur at satsa upp á, hóast hann hevur havt drúgvar skaðar, sigur ítróttarstjórin í Fredrikstad, Joacim Heier.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655