Kammeratar og kappingarneytar

Kammeratar og kappingarneytar
Í summar seta vinmenninir, Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum, kósina til Týsklands, har teir skulu spæla við ímóti hvørjum øðrum á hvør sínum toppliði
19.01.2023 - 13:00

Teir eru liðfelagar á føroyska landsliðnum, men næsta kappingár verða teir argastu kappingarneytar.

 - Tað verður stuttligt. Nú er Hákun vongur, og eg miðja, so vit fara ikki at standa beint yvirav hvørjum øðrum, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu.

 - Eg gleði meg mega nógv, sigur Hákun West av Teigum.

 - Men tað verður eisini løgið, bæði hjá mær og honum.


Hvør sítt oddalið

Í summar fer Elias á Skipagøtu til stórfelagið Kiel, sum í løtuni er á 2. plássi í Bundesliguni - eitt stig aftan fyri Fucshe Berlin, har Hákun West av Teigum skal spæla.

 - Vit tosa um, hvar vit skulu búgva - hvørgin okkara hevur funnið útav tí enn, so tað mugu vit finna útav, smílist Elias Ellefsen á Skipagøtu.

Eingin ivi er um, hvørjum dysti hugt verður eftir, tá leikætlanin yvir næsta kappingarár kemur.

 - Eg havi tosað við vinmenninar um, at tá vit skulu spæla ímóti hvørjum øðrum fyrstu ferð, mugu teir allir koma at hyggja, so vit gleða okkum nógv, sigur komandi Kiel-miðjan.

 - Tað hevði bara gjørt tað uppaftur feitari at spælt ímóti Eliasi, samstundis sum vinmenninir sita uttanfyri og hyggja og stuðla, leggur Hákun West av Teigum afturat.

Eg gangi út frá, at tað verður lagt nógv fyri at vinna júst teir dystirnar?

 - 
Ja, tað verður tað nokk, flennir Elias Ellefsen á Skipagøtu.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521