Heilsølur og FK: Eingin vandi fyri ov nógvum PFAS í eggum

Heilsølur og FK: Eingin vandi fyri ov nógvum PFAS í eggum
Danski veitarin sigur, at teir hava ongan kunnleika um, at ov nógv PFAS-evni eru funnin í vistfrøðiligu eggunum
Egg við ov nógvum PFAS-evnum í eru ikki endað á føroysku handilshillunum.
 
26.01.2023 - 18:01

Einki bendir á, at donsku vistfrøðiligu eggini, har staðfest er, at ov nógv PFAS-evni eru í, eru endað á føroysku handilshillunum.

Bæði PM heilsøla og Poul Hansen heilsøla hava fingið at vita frá sínum danska veitara, at teir ongan kunnleika hava um, at ov nógv PFAS-evni eru funnin í eggunum.

Støðan er tann sama í Føroya Keypssamtøku, sum keypir egg frá danska veitaranum, Coop.

Tað loypti annars kvøkk á danir í síðstu viku, tá ein kanning hjá danska matvørustovninum staðfesti, at ov stórar nøgdir av PFAS eru funnar í vistfrøðiligum eggum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

26012023_Egg_og_PFAS


Súsanna Poulsen er stjóri í Føroya Keypssamtøku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523