Petr Pavel vinnur forsetavalið í Kekkia

Petr Pavel vinnur forsetavalið í Kekkia
Seinnapartin, tá ið góð 80 prosent av atkvøðunum vóru taldar, hevði Pavel fingið 57,6 prosent, og mótstøðumaðurin Andrej Babis 42,4 prosent av atkvøðunum
Mynd: Scanpix  
 
28.01.2023 - 16:50

Valið endaði í gjár, og nú góð 80 prosent av atkvøðunum eru taldar, hevur Petr Pavel fingið 57,6 prosent av teimum. Valið var millum 61 ára gamla Pavel og fyrrverandi forsætisráðharran, 68 ára gamla Andrej Babis.

Babis telist millum ríkastu menn í landinum, og er fyrr lýstur sum "Kekkiski Trump". 

Petr Pavel er fyrrverandi fallskýggjahermaður og generalur, og stóð á odda fyri hernaðarnevndini hjá Nato. Pavel er liberalur og fyri ES, og vil hava størri altjóða samstarv. Hann er politiskt óheftur, men fær stuðul frá liberalu mið-høgra-stjórnini, sum hevur valdið nú..

Seinnapartin í dag, tá ið góð 80 prosent av atkvøðunum vóru taldar, hevði Pavel fingið 57,6 prosent av atkvøðunum, og Babis 42,4 prosent, upplýsir kekkiska ríkisumsitingin, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615