Politiið mælir frá allari koyring til klokkan 10

Politiið mælir frá allari koyring til klokkan 10
Tað er upp í ódnarstyrki í hvirlunum, og polititið mælir frá allari koyring kring landið í morgun
Vindurin er enn so nógvar, at Politiið frámælir allari koyring kring landið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.02.2023 - 07:33

Síðani klokkan seks í gjárkvøldið hevur politiið fingið yvir 80 fráboðanir um vindskaðar.

Serliga ringt hevur verið í Leirvík.

Eisini eru nógvar fráboðanir úr Gøtu og Klaksvík.

Eingin fráboðan er komin um fólkaskaða.

Upp í 59 m/s

Klokkan seks í morgun vóru upp í 59 m/sek. í hvirlunum á Norðradalsskarði, 56 á Kambsdali, 52 í Brekkuni stóru í Sandoynni og 50 m/sek. á Ørðaskarði.

Klokkan hálvgum sjey vóru 58 m/sek. á Gerðabøi í Klaksvik.

Ringast var veðrið eftir klokkan fimm-seks í morgun. 


Ein trampolin hevði vavt seg kring ein ljóssteyra í rundkoyringini við Norðurlandahúsið á Ringvegnum í Havn. (Mynd: Hanus Højgaard)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391