Hava ikki nóg nógv fakfólk á dagstovnunum

Hava ikki nóg nógv fakfólk á dagstovnunum
Jan Laursen er nýggjur deildarleiðari á barna- og ungdómsdeildini í Tórshavnar kommunu
Tórshavnar kommuna hevur fingið fleiri dagstovnar, men fakfólkini hava ikki fylgt við. (Savnsmynd)
 
16.02.2023 - 13:50

- Trupulleikin er, at vit hava fingið fleiri stovnar, men ikki fleiri fakfólk.

Tað sigur Jan Laursen, deildarleiðari á barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu. 

Útvarpið ætlaði at tosa við Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóra í kommununi, men hann vísti til Jan Laursen, sum bara hevur verið í starvinum í 14 dagar.

 

Jan Laursen, leiðari á barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu. (Mynd av Facebook-vanga)

 

Hann hevur starvast sum dagstovnaleiðari í 12 ár og sum eindarleiðari í tvey ár, áðrenn hann gjørdist leiðari á barna- og ungdómsdeildini í Tórshavnar kommunu.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

16022023_Dagstovnar_og_Jan

 

Í innslagnum, sum var sent í tíðindunum klokkan 12.20, var sagt, at leiðarin á dagstovninum, sum hevur verið nógv umrøddur í dag, segði upp, tí eindarleiðslan ikki ger arbeiði lættari, hon ger tað verri. 

Hetta er ikki rætt endurgivið úr skrivinum til foreldrini, sum Kringvarpið hevur fingið hendur á. 

Orðarætt stendur í skrivinum til foreldrini: Eg føli, at eindarleiðslan, sum skuldi vera ein hjálp fyri dagstovnaleiðararnar, ikki riggar, sum hon skal, ( bara mín meining), og dugi ikki at síggja nakran bata í nærmastu framtíð. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360