USA: Meiri skattur frá ríkum at bjarga heilsuskipan

USA: Meiri skattur frá ríkum at bjarga heilsuskipan
Joe Biden, forseti, skjýtur upp at hækka skattin hjá teimum, sum forvinna meira enn 400.000 dollarar um árið
Joe Biden, forseti, leggur fíggjarlógaruppskotið fram í morgin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
08.03.2023 - 14:15

Amerikanski forsetin, Joe Biden, leggur í morgin fram fíggjarlógina fyri í ár. 

Hann fer m.a. at krevja meira skatt frá ríkum borgum fyri at bjarga heilsuskipanini, Medicare.

Forsetin hækkar skattin úr 3,8 upp í 5 prosent hjá teimum, sum forvinna meira enn 400.000 dollarar um árið, íroknað løn og vinningsbýti.

 

"Fer ongantíð at siggja dagsins ljós"

Sambært forsetanum fer uppskotið at gera skipanina støðugari fyri miðalstættina og milliónir av teimum, sum eru eldri enn 65 ár.

Formaðurin fyri minnilutanum í Senatinum, republikanarin Mitch McConnell, var skjótur at viðmerkja uppskotið.

Hann segði, at fíggjarlógaruppskotið hjá Biden fer "ongantíð at síggja dagsins ljós".

Meira enn 65 milliónir fólk dúva upp á Medicare.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083