Var einsamallur um illgerðina

Var einsamallur um illgerðina
Ein maður skeyt sjey fólk í samkomuhølum hjá Jehova vitnum í Hamburg í gjárkvøldið
Tað var í hesum bygninginum í Hamburg, at maðurin drap sjey fólk í samkomuni Jehova vitni í gjárkvøldið.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
10.03.2023 - 16:00

Maðurin, sum leyp á bygningin, har ein samkoma hjá Jehova vitnum í Hamburg heldur til, var einsamallur, tá ið hann framdi illgerðina. 

Hann tók seg av døgum, eftir at løgreglan søkti at bygninginum.

Maðurin framdi atsóknina í gjárkvøldið og skeyt sjey fólk, og síðani beindi hann fyri sær.

Ein kvinna, sum doyði undir atsóknini, var við barn, segði løgreglan í Hamburg á tíðindafundi í dag. 

Maðurin hevði fyrr verið limur í Jehova vitnum.

Hann hevur ikki framt brotsverk fyrr, men hevði meldað samkomuna til løgregluna fyri svik.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762