Turkaland: Andstøðuvalevnið størri undirtøku enn Erdogan

Turkaland: Andstøðuvalevnið størri undirtøku enn Erdogan
Valið 14. mai verður mett at vera tað týdningarmesta í Turkalandi yvirhøvur
Kemal Kilicdaroglu er forsetavalevni hjá andstøðuni í Turkalandi. Hann stendur seg væl í veljarakanningum.
 
14.03.2023 - 09:47

Valevnið hjá andstøðuni til forsetavalið í Turklandi, Kemal Kilicdaroglu, fær í veljarakanningum nærum 11 prosent størri undirtøku enn Recep Tayyip Erdogan, forseti, nú tveir mánaðir eru til valið.

Veljarakanningin, sum Aksoy Research gjørdi 8. mars, vísir, at Erdogan fær 44,4 prosent av atkvøðunum og Kilicdaroglu 55,6 prosent.

Kanningin vísir, at andstøðusamstarvið Nationala Samgongan fær 44,1 prosent av atkvøðunum. Flokkurin hjá Erdogan, AKP, fær 38,2 prosent saman við tjóðskaparliga stuðulsflokkinum MHP. 

Kurdiskt-vinarligi HDP-flokkurin fær 10,3 prosent.

 

Týdningarmikið val

Forsetavalið 14. mai verður av nógvum mett at vera tað týdningarmesta í Turkalandi yvirhøvur, og er størsta avbjóðing móti stýrinum hjá Erdogan hesi 20 árini, hann hevur havt valdið. 

Hann hevur mist undirtøku orsakað av kreppuni í sambandi við livikostnað. 

Harumframt eru fleiri offur í jarðskjálvtunum í iva, um tey skulu stuðla forsetanum í økjum har AKP-flokkurin, flokkurin hjá Erdogan, verið sterkur. 

Umframt at avgera, hvør skal standa á odda í Turkalandi næstu árini, verður valið avgerandi fyri, hvussu landið skal stýrast, hvørja leið búskapurin fer, og hvønn leiklut Turkaland skal hava í krígnum í Ukraina og Miðeystri.

 

Recep Tayyip Erdogan, forseti.

 

Má standa saman

Wolfango Piccoli, sum arbeiðir við politiskari greining, sigur, at andstøðusamgongan má standa saman og leggja fram ætlan fyri, hvussu hon kann varðveita undirtøkuna frá veljarunum fram til valið.

- Tað er ikki nóg mikið bara at leggja alt tað ringa á Erdogan. Undanfarin val hava víst, at Erdogan dugir væl at reka valstríð, men tað, sum hann hevur sagt seinastu tíðina, bendir á, at hann hevur ilt við at røkka út til sínar veljarar, sigur Wolfango Poccoli við Reuters-tíðindastovuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. mai
Vikuskiftið 23 mei 2025
192308
Fríggjadag 23. mai
RagnarRokk: Mr.Lordi um Limited Deadition
192292
Fríggjadag 23. mai
Morgunlestur fríggjadagur 23.mai 2025
192149
Hósdag 22. mai
RagnarRokk 22.mai 2025
191036
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. mai
Veðrið
192307
Fríggjadag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192266
Mikudag 21. mai
Eftir Vørðunum - teknmálstulkað
192195
Mikudag 21. mai
KAKUMiKS (2:7) - teknmálstulkað
192190
Mikudag 21. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192158