Ísland: Byrsumaðurin er handtikin

Ísland: Byrsumaðurin er handtikin
Illgruni er um, at málið hevur samband við líknandi tilburðir á øðrum skemistøðum í Reykjavík
Skottilburðurin var á skemtistaðnum Dubliner í Reykjavík sunnukvøldið. (Savnsmynd: RÚV)
 
14.03.2023 - 11:26

Løgreglan í Reykjavík hevur handtikið ein mann í sambandi við ein skottilburð sunnukvøldið í náttklubbanum Dubliner í miðbýnum í íslendska høvuðsstaðnum. 

Tvey fólk vóru løstað, tó ikki álavrsliga.

Politiovastin í Reykjavík, Grímur Grímsson sigur, at maðurin fór inn í Dubliner um 19-tíðina í gjárkvøldið, har hann kom í orðadrátt, áðrenn hann skeyt eitt skot inn í veggin við barrina, og flýddi síðani.

 

Grímur Grímsson, politiovasti í Reykjavík. (Mynd: RÙV)

 

Tó er greitt, at framferðarhátturin hjá manninum týðiliga vísir, at talan er um ein vandamiklan mann, og tí fer løgreglan varliga fram í málinum. 

Illgruni er um, at hendingin hevur samband við onnur mál, sum hava verið á skemtistøðum, eitt nú í málinum um Bankastræti Club í november, har fleiri menn brutu seg inn og løgdu við knívi á fleiri fólk, skrivr íslendska kringvarpið RUV.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083