Fimm føroyingar fara í donsk fongsul um árið

Fimm føroyingar fara í donsk fongsul um árið
Meginreglan er, at fáa fólk í Føroyum meira enn 18 mánaðir, fara tey til Danmarkar at sita.
Kriminalforsorgin hevur upplýst, at frá 2015 til 2020 hava tíggju dømd aftrat fingið boð um at fara til Danmarkar at sita. (Savnsmynd)
 
14.03.2023 - 12:21

Í miðal fara fimm føroyingar um árið í fongsul í Danmark.

Árini 2015 til 2020 fóru 30 fólk úr Føroyum til Danmarkar í fongsul.

Hetta hevur Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri, fingið at vita frá Kriminalforsorgini.

Hann hevur svarað einum spurningi frá Føroyanevndini hjá fólkatinginum.

 

Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri, hevur svarað Føroyanevndini. 

 

Meira enn 18 mánaðir

Meginreglan er, at fáa fólk í Føroyum meira enn 18 mánaðir, fara tey til Danmarkar at sita. Kriminalforsorgin í Føroyum hevur upplýst, at frá 2015 til 2020 hava tíggju dømd aftrat fingið boð um at fara til Danmarkar at sita.

Tey vóru trý í tíðarskeiðnum 2021-2022.

Orsøkin til, at fólk vera send til Danmarkar at sita, er vanliga tann, at tey, sum fáa meira enn 18 mánaðir, eru dømd fyri siðabrot. Og tá er trygdin ikki nóg góð í varðhaldinum í Føroyum.

Løgmálaráðharrin ger vart við, at danska stjórnin og landsstýrið hava gjørt avtalu um at byggja fongsul í Føroyum. Tað skal vera liðugt í 2029.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541