Tórsfest verður aftur í ár

Tórsfest verður aftur í ár
Eftir ein steðg í fjør, so verður tónleikatiltakið Tórsfest aftur á skránni í ár. Eins og áður er tiltakið leygardagin 22. juli, altso vikuskiftið áðrenn ólavsøkuna
Tórsfest, ið ikki varð hildið í fjør, er aftur á skránni í ár
Mynd: Tórsfest  
 
14.03.2023 - 14:30

Fólk kunnu aftur gleða seg til, at tað verður eitt stórt konserttiltak vikuskiftið áðrenn ólavsøkuna í ár. 

Tórsfest var ikki á skránni í fjør, men kemur sterkt aftur í ár, lova fyriskipararnir. 

Gamla ólavsøkukonsertin

Tórsfest er gamla Ólavsøkukonsertin, sum hevur eina langa søgu, ið strekkir heilt aftur til 1981. 

Síðan 2012 hevur Tórshavnar ítróttarráð fyriskipað Ólavsøkukonsertina, og í 2014 broytti konsertin navn til Tórsfest, og flutti samstundis niðan á Vaglið í Havn.

Onkuntíð hava tað bara verið føroysk tónleikanøvn, ið hava framført á ólavsøkukonsertini, men í nýggjari tíð hevur tað verið blandað føroysk og útlendsk nøvn.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329