- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrsta ólavsøkukonsertin var í 1981
Siðvenjan at skipa fyri einari stórari uttandurakonsert beint áðrenn ella á sjálvari ólavsøkuni hevur eina longri søgu, enn vit skrivaðu í sambandi við greinina um at Tórsfest bleiv avlýst.
Í greinini "Tórsfest er avlýst" varð skrivað, at fyrsta ólavsøkukonsertin varð fyriskipað av Føroya undirhaldstónleikarafelag, FUT, úti á Skansanum í Havn í 1986.
Hetta er ikki rætt, tí fyrstu ólavsøkukonsertini skipaði Tutl nevniliga fyri.
Myndir: Ole Wich
1981
Fyrsta uttandura ólavsøkukonsertin var á Ovara vølli í Gundadali ólavsøkudag í 1981 og kallaðist Ólavsøkufestival.
Kristian Blak frá Tutl minnist, at tað komu fleiri túsund fólk, og at tað kom neyðarróp frá Tórshavnar ítróttarráði, tí eingin fólk vóru í miðbýnum og spældu tombola, skutu í skjótiteltunum og keyptu candyfloss og kovboyhattar.
"Øll vóru til konsert á Ovara vølli, og tískil komu eingir pengar í kassan hjá ítróttarfeløgunum."
Tað var eisini ringt hjá Tutl at fáa loyvi at brúka Ovara vøll og skýlið.
"Vit sluppu ikki framat at gera klárt til konsertina fyrr enn konsertin var sett til at byrja, tí ein fótbóltsdystur var á vøllinum beint áðrenn konsertin skuldi byrja," greiðir Kristian Blak frá.
6.000 kr. í leigu
Tutl mátti eisini gjalda Fram 6.000 krónur, sum vóru nógvir pengar tá í tíðini, fyri at brúka vøllin, hóast tað var kommuna, ið átti vøllin.
Teir 10 bólkarnir, ið spældu á fyrstu ólavsøkukonsertini, vóru Hjarnar, Sabarr (úr Afrika), Kræklinga, Cactus II, Brongl, Debess & Petersen, Black Birds, Alex Campell (úr Skotlandi), Spælimenninir, Speril og Flop.
TUTL stevnan á Glaðsheyggi
Árið eftir í 1982 varð ólavsøkukonsertin, sum hevði broytt navn frá Ólavsøkufestival til TUTL stevna, hildin á Glaðsheyggi í Havn.
Ætlanin var at næsta ólavsøkukonsertin í 1982 skuldi vera leygardagin 24. juli, men ringt veður gjørdi, at konsertin varð útsett til dagin eftir, sunnudagin 25. juli.
Bólkarnir, ið spældu, vóru sambært plakatini Paragraf, Big Band, Brongl, Spælimenninir í Hoydølum, Glataðu spælimenninir, Snjóuglan, Fagrir fuglar, Hjørdis Johansen og Muskiterarnir.
Men sambært Høgna Djurhuus, journalisti, sum skrivar um TUTL-stevnuna í Sosialinum leygardagin 31. juli 1982, so løgdust fleiri bólkar afturat skránni.
Skoðsmálið hjá Høgna Djurhuus er annars sera jaligt í umrøðuni av Tutl-stevnuni, sum í roynd og veru er næsta ólavsøkukonsertin.
Høgni Djurhuus heftir seg við, at kendi føroyski bassisturin í Malurt, Dia Nielsen, sum er ættaður úr Saltangará, er til konsertina. "Bassisturin í Malurt lurtar," staðfestir Høgni Djurhuus.
Góður dagur á Glaðsheyggi
Høgni Djurhuus
Eitt gallróp úr einum vindeyga, tí tú stytti tær leiðina oman av Lutzenstrøð fyri at fáa sum mest við av Jóonnu, Rúnu og Brongli, oyðilegði ikki dagin. Sunnudagin 25. juli við tónleiki í sjey og ein hálvan tíma á Glaðsheyggi.
Konsertin hjá Tutli eydnaðist stak væl. Hon byrjaði á slagnum fýra, fyrstu ferð, ein konsert er byrjað stundisliga her í landinum, og tað vóru ongi teknisk brek. Tað var ikki tí, musikkurin vardi til hálvgum-tólv í staðin fyri tíggju. Tað var tí, fleiri nøvn komu á skránna í seinastu løtu.
Veðrið var gott, eitt sindur kølið kanska. Kortini fóru fólk ikki upp at dansa fyrr enn móti endanum, tá rokkorkestrini Paragraf og Streingjasúpan spældu. Tíverri vóru ikki so nógv fólk, sum skuldi til, fyri at konsertin kastað nakað av sær til plátuútgávurnar hjá Tutl. Eini 500, tað var alt. Men tey fingu so ein góða dag burtur úr tí. Tutl seldi kaffi, pissøl og breyð. Tey, sum høvdu hug til okkurt annað, fóru heim at bunkra, tá onkur kom á pallin, sum tey ikki løgdu so nógv í at hoyra.
Og smádreingirnir fingu tómar fløskur fyri nógvar krónur.
FUT tók um endan
Árliga ólavsøkukonsertin hjá Tutl datt tíverri niðurfyri árið eftir, í 1983, tí Kristian Black var á konsertferð í USA.
Sambært Kristiani Blak, so er tað tá at FUT kemur inn í myndina og yvirtekur fyriskipanini av konsertini, sum síðani fær navnið Ólavsøkukonsertin.