USA: Russar atvoldin til at hernaðardrona datt niður

USA: Russar atvoldin til at hernaðardrona datt niður
Russiska verjumálráðið vísir ákærunum aftur og sigur, at amerikanska hernaðardronan var á veg inn í russiskt øki
Ein amerikansk drona av hesum slagnum datt niður í Svartahavið týsdagin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
15.03.2023 - 08:47

Russiski sendiharrin í USA hevur svarað atfinningum frá amerikanska uttanríkisráðnum, eftir at ein amerikonsk hernaðardrona, stór sum eitt flogfar, týsdagin datt niður í Svartahavið vestan fyri ukrainsku hálvoynna, Krim.

Russiski sendiharrin í USA, Anatolij Antonov, sigur, at Russland metir hendingina vera eina provokatión, men at fundurin við amerikanskar myndugleikar hevur verið uppbyggjandi.

- Vit vilja ikki hava eina uppgerð millum USA og Russland. Vit eru forsprákarar fyri pragmatiskum samstarvi til frama fyri bæði russar og amerikanarar, sigur Antonov sambært Reuters.

Sambært amerikanska herinum, var eitt russiskt jagaraflogfar atvoldin til, at hernaðardronan datt niður.

Dronan var í altjóða øki, sigur amerikanski herurin. 

Russiska verjumálaráðið vísir ákærunum aftur og sigur, at amerikanska hernaðardronan var sædd við Krim-hálvoynna,  á veg inn í russiskt øki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083