Pólland letur Ukraina stríðsflogfør

Pólland letur Ukraina stríðsflogfør
Flogførini eru framleidd í Sovjetsamveldinum, og russiska flogvápnið byrjaði at brúka hesi miðskeiðis í áttatiárinum
Hetta er flogfarið, sum Pólland letur Ukraina at brúka í stríðnum móti Russlandi. (Savnsmynd)
 
17.03.2023 - 08:18

Pólland verður fyrsta Nato-landið, sum sendir stríðsflogfør til Ukraina.

Næstu dagarnar verða fýra MiG-29 stríðsflogfør send til Ukraina úr Póllandi, kundgjørdi pólski forsetin í gjár. 

Hesi stríðsflogførini eru framleidd í Sovjetsamveldinum, og vóru av fyrstan tíð brúkt av russiska flogvápninum miðskeiðis í áttatiárinum.

- Tey hava ikki nógv ár eftir, men tey eru í góðum standi, segði pólski forsetin, Andrzej Duda, sambært AP.

 

Fáa nýggj flogvápn

Hann segði eisini, at pólska flogvápnið fær nýggj suðurkoreansk og amerikonsk stríðsflogfør í staðin fyri tey, sum nú eru givin Ukraina.

Pólland var eisini undangonguland í Nato, tá ið Leopard 2-stríðsvognar vóru latnir til Ukraina í síðsta mánaði. Síðani løgdust fleiri lond aftrat.

Pólland fer at geva Ukraina fleiri MiG-29 stríðsflogfør, tá ið hesi eru stríðsbúgvin. Tað er óvist, hvussu nógv stríðsflogfør verða latin aftrat, men sambært AP verða tað okkurt um 15.

Embætisfólk hava fyri mett, at Ukraina hevur tørv á okkurt um 200 stríðsflogførum fyri at vera á sama stigi sum russiska flogvápnið, sum er mett at vera fimm ella seks ferðir størri, skrivar BBC.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985